Svimjing
At tað loysir seg at arbeiða miðvíst, er svimjifelagið í Fuglafirði eitt sera gott dømi um. Hóast tey ikki hava nakran 25 metra hyl í bygdini, so eru bæði nógv og stór tøk tikin í lítla hylinum í skúlanum nú í nógv ár.
So líðandi hevur hetta eisini speglast aftur í úrslitunum, og seinastu trý árini hava fuglfirðingar átt flestu heiðursmerkini, tá FM-finalurnar hava staðið á skránni.
Og soleiðis bleiv eisini hesaferð. Hóast Tvøroyra Svimjifelag hevði størri tal av heiðursmerkjum, so høvdu tey ikki eins nógv úr gulli, sum fuglfirðingarnir høvdu tað. Men mongu heiðursmerkini til Suðuroynna geva sítt avgjørda tekin um, at svimjingin eisini har stendur í fagrasta blóma.