Fuglfirðingar favorittar

Klaksvíkingar eru hart raktir, og fuglfirðingar vanta verjuskansan, tá tey bæði liðini við 17 stigum hvør bresta saman leygardagin

Fuglfirðingar hava vunnið tveir dystir á rað, og hava heimavøll, tá klaksvíkingar vitja framskundaða dystin, sum verður spældur leygardagin kl. 17.00, og ikki sunnudagin sum upprunaliga ætlað. Hetta hevur við sær, at fuglfirðingar fyri einaferð skyld eru at meta sum favorittar at vinna dystin.

Annað, ið talar fyri hesum uppáhaldið er, at klaksvíkingar eru hart raktir manningarliga. Royndu menninir Jan Andreasen og Heðin á Lakjuni eru báðir leikbannaðir, og nýggi miðvallarleikarin, Emil Nolsøe Leivsson, er burturstaddur. Haraftrat rokna klaksvíkingar ikki við, at Kristian á Lakjuni og Harley Bertholdsen verða tøkir longu leygardagin. Hesir fimm eru allir mans, ið vanliga høvdu byrjað inni hjá klaksvíkingum.


Bartal leikbannaður

Hjá heimamonnunum stendur betur til. Bartal Eliasen hevur leikbann, og tað er dyggur smeitur hjá uppflytarunum, sum hava vunnið tveir heimadystir á rað, og nú fara eftir tí triðja. Sasha hevur verið úti leingi. Hann er so smátt við at koma fyri seg, men í Fuglafirði rokna tey ikki við, at hann verður tøkur leygardagin.

Hinvegin tykist Alexandur Jovevic at vera komin fyri seg. Hann kom á vøllin móti dystarenda, tá EB/Streymur vitjaði farna vikuskiftið, og verður heilt víst við, tá klaksvíkingar vitja í morgin.

ÍF og KÍ eru ájøvn í stigum. 17 hava tey í part, og tað er júst sama stigatal, ið niðurflytararnir AB endaðu á í fjør. Liðið beint omanfyri strikuna í fjør var B71, sum hevði 32 stig. Men fyri tveimum árum síðani tryggjaði VB/Sumba sær sætið í deildini við 20 stigum. Hesum fara bæði fuglfirðingar og klaksvíkingar eftir leygardagin kl. 17.00.