Fuglfirðingar fara at fagna uppflytingini

1.DEILD: Møguleikin hjá B68 at flyta upp tykist nú vera knýttur at vánaligu gongdini hjá KÍ

Tað verður toppdystur í fyrstu deild í Fuglafirði klokkan 14. Fuglfirðingar fara í Fløtugerði at fagna ÍF liðnum, sum eftir eitt ár í næstbestu deildini aftur er í fremstu røð.

Í fjórða umfari vann KÍ 2-1 í Fuglafirði, og í fimtanda umfari endaði tað 2-2, tá ið ÍF var í Klaksvík.

Í dag er ÍF stórfavorittur. Fuglfirðingar hava vunnið fulla úrtøku allar átta ferðirnar, síðani teir vóru í Klaksvík, og tað endaði javnt.

KÍ hevur tapt tvær tær seinastu ferðirnar, og í løtuni er liðið ikki í somu útgávu, sum tað var frá fyrsta umfari og til august mánaður var liðugur.

 

B68 spælir framvegis fyri at vinna uppflyting. Tað eru fýra stig fram til NSÍ, ið er á triðja plássinum, sum B68 skal taka fyri at vinna uppflyting. Tað eru sjey stig frá B68 og fram til KÍ. Tað kann væl hugsast, at B68 skal taka KÍ fyri at vinna uppflyting.

NSÍ er í dag á Sandi, har B71, sum ikki er sloppið undan hóttanina av niðurflyting, tekur ímóti. Um NSÍ vinnur, og KÍ einki fær við sær úr Fuglafirði, verður NSÍ nummar tvey.

 

B68 hevur knívin á barkanum og skal vinna fulla úrtøku allar fýra ferðirnar, sum eru eftir at spæla, um tað skal eydnast at flyta upp. Í dag eigur B68 heimavøll ímóti Skála, sum ikki er sloppið úr niðurflytignarvanda, og annan sunnudag skal B68 spæla í Klaksvík.

 

Giza Hoyvík er framvegis undir strikuni, hóast liðið tvær tær síðstu ferðirnar hevur vunnið fulla úrtøku. Í dag er Giza Hoyvík stórfavorittur á heimavølli ímóti Suðringum.

 

Víkingur hevur vitjan av HB, sum við sigri í Leirvík kann taka seg nærri fimta plássinum, sum Víkingur er á.

 

Petur Asbjørn Lervig sigur frá dystinum millum ÍF og KÍ á FM1. Sendingin byrjar klokkan 13.45. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

ÍF – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 14.00

Víkingur – HB: Jørleif Djurhuus kl. 16.00

B68 – Skála: Rani A. Skaalum kl. 16.00

B71 – NSÍ: Aron S. Vest kl. 13.30

Giza Hoyvík – Suðringar: Janus Fossdalsá kl. 15.00

 

ÍF

23

17

3

3

80

34

54

23

15

4

4

58

25

49

NSÍ

23

14

4

5

73

31

46

B68

23

13

3

7

52

33

42

Víkingur

23

10

2

11

34

43

32

HB

23

8

4

11

44

37

28

Skála

23

7

4

12

38

51

25

B71

23

8

1

14

40

59

25

Giza Hoyvík

23

5

5

13

29

43

20

Suðringar

23

1

4

18

16

108

7