2. deild
Við fýra stigum fyri eins nógvar dystir var einki at siga til, at trýstið var á fuglfirðingum, tá teir leygardagin tóku ímóti einum av kappingarneytunum til eitt pláss í oddinum, B71.
ÍF hevur longu tvær ferðir í ár upplivað tvey stór vónbrot, og ráð vóru ikki til enn eitt av slagnum, um so var, at vónin um eitt pláss í oddinum framvegis skuldi haldast á lívi.
Rætti hugburðurin
Tað var eisin iÍF, sum sýndi nógv betra hugburðin móti sandoyingunum leygardagin. Fuglfirðingarnir stríddust manniliga um bóltarnar á miðvøllinum, og tað eydnaðist teimum eisini at koma á odda, við einum máli sum Høgni Zachariasen skeyt.
Í seinna hálvleiki helt góða gongdin hjá ÍF fram. B71 royndi kanska at svara eitt sindur aftur, men har vildi einki bera til, og tá Høgni á Lakjuni skoraði næsta heimamálið, var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Nærkast oddinum
Við sigrinum togaðu fuglfirðingar seg ájavnt B71 á stigatalvuni, har teir nú eru fýra stig aftan fyri oddaliðið úr Sumba. Komandi vikuskifti fáa teir vitjan av NSÍ, og tó at runavíkingarnir nú tykjast hava fingið eitt sindur av ferð á, so átti hetta at verið ein góður møguleiki hjá liðnum at ogna sær tvey stig afturat.
B71 skal tá á vitjan hjá B36, sum hevur verið sera svingandi í ár, so tað nýtist als ikki at gerast nakar lættur dystur, tó at sandoyingarnir eiga at metast sum favorittar til uppgerðina.
Dysturin í tølum:
ÍF-B71 2-0(1-0)
1-0: Høgni Zachariasen
2-0: Høgni á Lakjuni