ÍF?LÍF 2?1 (1?0)
Munurin í málum var ikki so stórur, og hóast leirvíkingar síðstu løtuna av øllum alvi royndu at koma afturíaftur, tá teir høvdu minkað um munin til 2?1, so var tað heimaliðið í Fuglafirði, sum hevði øll stigini, tá Tummas Pauli Olsen bríkslaði fyri síðstu ferð.
Hetta var ikki óvæntað, tí fuglfirðingar hava mótstatt LÍF havt fyrimunin av at spæla í bólkaspælinum í steypakappingini og harvið hava teir fingið nógvar góðar venjingardystir.
Leirvíkingar sakna fleiri av spælarunum, ið vóru á liðnum, sum í fjør telvaðist um eitt pláss í bestu deildini. Útgangsstøðan hjá Hans Mouritsi Foldbo boðaði frá, at leirvíkingar høvdu verið nøgdir við javnleik. Teir høvdu nógv fólk aftarlaga á vøllinum, og so royndu teir við longum bóltum til liðformannin, Kristian í Vági, og skjóta Petur Sjúrðarberg.
Hjá ÍF tóktust nervar at vera uppií fyrstu løtuna, men um miðjan 1. hálvleik fingu teir meiri tak á spælinum, og seks minuttir fyri hálvleik var væl upplagdi Rúni Petersen, sum var í álopinum saman við Bárði á Lakjuni, fyrtu ferð uppá spæl. Bólturin kom fyrst innfyri úr vinstru, so varð hann sendur í høgra borð, har Roy Róin, sum stóð sterkur í myndini, legði flatt innfyri. Rúni Petersen var fyrstur á við nærra stólpan.
LÍF legði eisini í 2. hálvleiki varðliga fyri. Tólv minuttir vóru farnir, tá Rúni Petersen økti. Innleggið kom úr høgru, og álopsmaðurin var staddur í málteiginum, tá hann fekk loyvi at temja bóltin og smekka hann framvið Trygva Olsen í málinum.
Eftir at ÍF, sum misnýtti tríggjar stórar møguleikar, hevði økt um leiðsluna, flutti LÍF fólkið longri fram á vøllin. Hetta órógvaði týðuliga ÍF, sum misti rútmuna. LÍF minkaði um munin í 66. minutti. Steingrím Skoralíð, sum var vongspælari í høgru, legði fríspark innfyri. Teir drálaðu í ÍF verjuni, og so var Kristian í Vági fyrstur á og stútaði í kassan.
LÍF trýsti síðstu løtuna, men leirvíkingar megnaðu ikki at javna.
jh
ÍF?LÍF 2?1 (1?0)
1?0: Rúni Petersen 39.
2?0: Rúni Petersen 57.
2?1: Kristian í Vági 66
.
Dómari: Tummas Pauli Olsen










