Fótbóltur
»Botnstríð á Eiði« var heitið á upptaktsgreinini, sum vit høvdu í leygardagsblaðnum. Stigatalvan stuðlaði eisini uppundir hesa útsøgn, tí liðini lógu sum ávíkavist nummar átta og níggju, og tað stóð eisini greitt, at ein møguligur tapari av dystinum skuldi fara sær ein túr undir niðurflytingarstrikuna.
Byrjaðu sum óløgi
Men eitt er, hvat tøl, talvur og forsøgnir siga. Annað er, hvat verður sýnt í verki, og her varð skjótt staðfest, at EB/Streymur í øllum førum ikki hevði nakrar sum helst ætlanir um, at verða hangandi í botninum.
Heimamenninir løgdu fyri sum eitt óløgi, og longu í fyrsta minuttinum høvdu teir góðan møguleika at leggja seg á odda. Teir máttu tó bíða, til tíggju minuttir vóru lidnir, áðrenn teir fingu fyrsta málið. Sorin Anghel fekk bóltin stungnan inn um verjuna, og tó at hann tóktist hava mist møguleikan, so eydnaðist honum at toyggja seg fram og kippa bóltin upp um ÍF-málverjan.
Og teir hildu fram ? EB/Streymur. Allan fyrra hálvleik var talan um støðugt trýst oman móti ÍF-málinum. Kanska vóru møguleikarnir ikki heilt so nógvir, men enn eitt mál lá alla tíðina í luftini, og á hálva tímanum slerdi rumenski álopsmaðurin aftur til. Hesa ferð byrjaði Sorin álopið sjálvur, og tá Bárður Olsen so sendi flatt innfyri, fekk Sorin sera hegnisliga snarað bóltinum í kassan við nærmasta stólpa.
Tvey reyð og skrædl
Eftir steðgin tóktist tað ganga eitt sindur meira javnt. Fuglfirðingarnir høvdu nú skipað seg nakað betri, og vertirnir høvdu nú eisini tikið seg eitt vet longur aftur á vøllin, og fyrstu 20 minuttirnar tóktust ikki nakrar stórvegis broytingar soleiðis at koma í støðuna.
Men broytingarnar komu tó í yvirmát. 20 minuttir inn í seinna hálvleik fekk EB/Streymur tillutað brotsspark, tá ein leysur Sonni L. Petersen varð feldur, og at ÍF samstundis misti Bartal Eliasen, kom heilt illa við hjá teimum. At fuglfirðingarnir eisini lættliga kundu fingið onkra aðra útvísing um sama mundið, er ein onnur søga, men Sonni lat so ikki við seg koma. Hann tók sær sjálvur av brotssparkinum, og so var at kalla eingin vegur aftur hjá ÍF.
Og tá teir so bara fáar minuttir seinni mistu Fritleif í Lambinum, tá hesin framdi eina sera ófantaliga tackling, kom skrædlið.
EB/Streymur fekk møguleikan at flyta nógv fólk niðan, og í royndunum at betra sær um málmunin, tóku teir eisini av. Sorin gjørdi hat-trick, tá hann stútaði innlegg úr høgru í kassan. Sonni varð enn einaferð blankur, tá hann økti til 5-0, og eftir at álopsleikararnir soleiðis høvdu gjørt sítt, traðkaðu nakrir av verjuleikarunum síðani til. Fyrst var tað Gert Hansen, sum smekkaði til, tá bólturin varð sendur innfyri, og móti endanum var Fróði Clementsen fyrstur á returinum, eftir at Sorin hevði stútað á yvirleggjaran.
Skerdir til botnslagið
Og skal metast eftir talvuni, so er EB/Streymur so ikki nakað botnlið longur. Tvørtur ímóti lyftu teir seg upp um miðjuna við sigrinum, og einki er at ivast í, at fótbóltslagið nú er nakað nógv betri har um leiðir. Tað sá annars einki serligt út eftir tungu byrjanina, har dystir móti B36, HB, KÍ og VB bert kastaðu eitt stig av sær, sum teir sjálvir tóku til, so vóru hesir dystirnir ikki teir lættastu at byrja við.
Hjá ÍF stendur hinvegin einki til. Greiða tapið hesaferð hevur meira ella minni viðført, at liðið nú er avbyrgt frá teimum átta ovaru, og kravið er nú heilt einfalt, at trý stig skulu á borðið komandi vikuskifti.
Tá er talan um veruligan botndyst, tá stigaleysa B68 vitjar í Fuglafirði. Einki er at ivast í, at ÍF á pappírinum eru favorittar til hendan dystin, men nú hava teir so sjálvir syrgt fyir at skerja liðið munandi undan uppgerðini, har altso hvørki Bartal Eliasen ella Fritleif í Lambanum vera við, og tað kann gerast tung frávera.