Fuglar úti í Grøv

Við viðarlundina úti í Grøv er sett upp ein plak­at við myndum av nøkr­um fuglum, sum regl­u­liga eru at síggja úti í Grøv.

Av tí at fá trø eru í Før­oy­um, savnast nógv­ir fugl­ar ofta í teim­um fáu við­ar­lund­u­­num, vit hava.

Sostatt kunnu mong ym­isk fugl­a­sløg síggj­ast í við­ar­lund­u­num, ið va­­n­liga ikki síggj­a­st aðr­astaðni í Før­oy­um.

Orsaka av hesum hev­ur bý­ar­gartn­ar­in í Klaks­­vík, Hans Hjalti Skaale, leingi havt eitt ynski um, at gera eina plak­­at við nøkrum av fugl­­u­num, ið kunnu síggj­­ast úti í Grøv.

Í samstarvi við Sil­as K. K. Olofson, sum er eld­hug­aður fugl­a­mað­ur og eisini hevur tikið all­­ar fugl­a­mynd­ir­na­r, er hend­an plak­at­in vorð­in ver­u­leiki, og hon er nú sett upp úti í Grøv.
Tað grafiska ar­beið­­ið hev­ur Arm­garð Ab­s­a­­lon­­sen gjørt.

Á plakatini síggjast mynd­­ir av nøkr­um fugl­­um, ið regl­u­liga eru at síggja úti í Grøv. Eis­ini ber til at síggja eitt yv­ir­lit yvir tey fleiri enn 100 fugl­a­sløg­ini, sum gjøgn­um ár og dag eru skrá­sett í og kring­ við­ar­lund­i­na.