Fuglakrím staðfest í Danmark

Danska matvørustýrið kunnger nú, at tað hevur staðfest fuglakrím av tí lívshættisliga slagnum H7 í einari villdunnu, sum bleiv skotin nærhendis Varde í Vesturjyllandi. Matvørustýrið sigur, at villdunnan var saman við øðrum villdunum, sum kunnu vera smittaðar.

H7-fuglakrímið er lívshættisligt fyri fólk, sum verða smittað, men smittuvandin er lítil, sigur matvørustýrið.

-Men tað er kortini umráðandi, at fólk halda seg burtur frá stórum villum fugli, og at gæs og dunnur verða hildnar fyri seg og ikki saman við øðrum fugli, sigur Per Henriksen hjá matvørustýrinum.