Í síðstu viku doyði ein kvinna í Teilandi av fuglakrími. Dótur hennara er sjúk av fuglakrími, og teilendsku læknarnir ivast ikki í, at dótturin smittaði mammuna, tí mamman hevði ikki verið í sambandi við fugl.
Tilburðurin hevur fingið teilendsku heilsumyndugleikarnar at fara undir eina umfatandi kanning fyri at fáa staðfest, um dótturin veruliga hevði smittað mammuna, tí er hetta rætt, so er tað fyrstu ferð, at fuglakrím hevur smittað ímillum fólk, skrivar Reuters. Higartil hevur verið hildið, at sjúkan smittar bara frá fugli til fólk.
Í Teilandi verður málið mett so álvarssamt, at stjórnin helt kreppufund um tað í gjár. Aftan á fundin royndi varaheilsumálaráðharrin, Chaturon Chaisang, at sissa fólk.
-Vit kunnu ikki prógva, at sjúkan smittar ímillum fólk, segði hann.
Chaturon Chaisang segði, at bardagin ímóti fuglakríminum kann gerast drúgvur. Hann vísti á, at onnur lond hava roynt at basa sjúkuni tey seinastu tígju árini uttan úrslit. Higartil í ár eru minst 10 fólk deyð av sjúkuni í Teilandi, og í Vietnam hevur fuglakrím kravt minst 20 mannalív teir seinastu níggju mánaðarnar.
Serfrøðingar siga, at enn eru eingi prógv fyri, at sjúkan smittar ímillum fólk, og tí er lítil vandi fyri, at sjúkan fer at breiða seg til aðrar partar av heiminum. Kortini bera teir ótta fyri, at sjúkan kann smitta ímillum fólk, og so kann vandi vera á ferð, um virusið hjá fuglakrímið verður blandað saman við vanligum krímvirusi hjá fólki, siga teir.
Í summar boðaðu seks lond í Asia frá, at tey høvdu staðfest fuglakrím hjá høsnum, og meiri enn 100 milliónir høsnarungar vórðu avlívaðir. Trupulleikin er sambært teilendsku heilsumyndugleikununm, at villir fuglar bera virusið ímillum londini, og tí ber ikki til at basa sjúkuni í einum landi, so leingi hon er í einum av grannalondunum.