Fótbóltur
Felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen, AaB skal eftir ætlan í venjingarlegu í Turkalandi 29. januar. Men nú fólk er byrjað at doyggja av fuglakrími har, er AaB leiðslan farin at umhugsa støðuna, skrivar danska Ekstra Bladet.
Ítróttarstjórin í AaB Lynge Jacobsen sigur við blaðið, at hetta er ein støða, ið AaB tekur við størsta álvara. Ferðavinnustovan, ið skipar fyri túrinum, hevur longu gjørt eina neyðloysn í Cardiz í Spania klára, um ferðin til Turkaland verður avlýst.
Lynge Jacobsen viðgongur, at hann einki veit um fuglakrím, men at hann er greiður yvir, at tú ikki eigur at hoppa í einum høsnagarði, hetta væntar hann nú heldur ikki at leikarararnir fara. Men læknin hjá felagnum hevur samband við turkisku heilsumyndugleikarnar, og metir alla tíðina um støðuna. Lynge Jacobsen sigur, at í tílíkum førum er annað í er týdningarmiklari enn fótbóltur, og um støðan knappiliga gerst verri, so verður neyðloysnin nýtt.
Eisini OB og FC Midtjylland skulu til Turkaland í venjingarlegu. OB hevur eins og AaB eina neyðloysn klára, meðan FC Midtjylland ikki metur støðuna vera so vandamikla, PR stjórin hjá FCM sigur við Ekstra Bladet, at um tú ikki nemur við fugl ella etur hálvrátt kjøt, so er eingin vandi. So tey hava ongar ætlanir um at halda eina høsnarunga barbecue.