Fuglafundur í Føroyum

Fuglafrøðingar úr fleiri londum halda í hesum døgum fund um sjófuglasamstarvið á Noðurkollinum. Fundurin verður hildin í Føroyum

Sjófuglasamstarvið á Norðurkollinum verður viðgjørt á fundi hjá altjóða arbeiðsbólkinum um sjófuglar, sum hildin verður á Hotel Hafnia um dagarnar.
Sjófuglasamstarvið er partur av CAFF náttúrusamstarvinum, verður sagt í tíðsindaskrivi, sum sent er í smband við fundin.
CAFF stendur fyri Conservation of Arctic Flora and Fauna og er skipað undir Arktiska Ráðnum.
Fuglafrøðingar úr londunum við Norðurkollin umframt úr Niðurlondum luttaka á fundinum. Tríggir føroyingar fara at hava framløgur á fundinum. Teir eru Bergur Olsen, Bogi Hansen og Arne Nørrevang.
Rrktiska Ráðið hevur sín uppruna í samstarvinum um umhvørvisvernd í økinum, verður sagt í tíðindaskrivinum. Limalondini eru USA, Kanada, Russland, Ísland, Noreg, Svøríki, Finnland og Danmark. Føroyar eru umboðaðar gjøgnum danska limaskapin.