Í lýsing í dag bjóðar Fuglafjarðar kommuna nú teir tríggjar goymslutunlarnar, sum sprongdir eru inn í bergið við havnalagið í Fuglafirði, til sølu.
- Talan er um tríggjar goymslutunlar, tunnil II, sum er 1.828 fermetrar til víddar, tunnil IV, sum er 2.857 fermetrar og miðgongd, sum er 2.677 fermetrar til víddar.
Fuglafjarðar kommuna vísir á, at tunnlarnir eru bygdir í 1994 og 1999 og eru uppmáldir til ávikavist 11.320 rúmmetrar og 19.030 rúmmetrar.
- Ognirnar verða lýstar til sølu og seldar til hægstbjóðandi, tó við teirri treyt, at kommununi stendur frítt at havna øllum innkomnum tilboðum, sigur kommuna.
Lagt verður aftrat, at møguligir áhugaðir keyparar kunnu fáa nærri upplýsingar um tunlarnar við at seta seg í samband við Advokatskrivstovuna.
- Møgulig boð, sum skulu verða skrivlig, skulu verða Advokatskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 1. oktober 2015 klokkan 16.










