Stjórin í Bergfrost í Fuglafirði, sum eigur tríggjar av fimm tunlum í beninum millum Havsbrún og Bergfrost, sigur, at felgið hevur tikið av einum tilboði frá Fuglafjarðar kommunu um at keypa hesar seinastu tveir tunlarnar og miðgongdina fyri 7 miljónir krónur.
- Men, nú leggur núverandi minnilutin í býráðnum seg í buktina og sigur, at tunlarnir, sum eftir eru, eru verdir 20 miljónir krónur, men hetta halda vit er púrasta úr vón og viti.
Hann vísir á, at tann parturin av Fuglafjarðar býráði, sum heldur, at 7 miljónir krónur er ov lítið fyri hesar báðar eftirverandi tunlarnar, tosa sum um, at tað er eitt frystihús, sum Bergfrost vil keypa.
- Men, hetta er bara tveir tómir tunlar - nakrir grótveggir - við ongum instalatiónum til frysting. Líkt er til, at lítið verður hugsað um, at neyðugt verður við fleiri miljónum í íløgum til at fáa frysting í hesar tunlar.
Símin Sivertsen sigur, at talan kanska er um einar 10 miljónir krónur út yvir tær 7, sum vit vilja keypa tunlarnar fyri - ella meira.
- Haraftrat kemur, at frysting kostar el, og í dag rinda vit umleið 2 miljónir krónur í el um árið ella einar 6.000 krónur krónur um dagin.
Hann vísir á, at við fyrru søluni í 2012 fekk kommunan loyvi at selja Bergfrosti tunlarnar uttan alment útboð, hóast málið tá var hjá ymiskum instansum og eisini hjá kappingareftirlitinum, sum góðkendi søluna.
- Vit eru her frammanundan, og Fuglafjørður hevur tørv á stórari innfrysting - ikki minst, nú P/F Pelagos er ein veruleiki. Keypa vit tunlarnar, verður hetta ein kapasitetsøking upp á longri sikt, tí Havsbrún, sum eigur part í Bergfrosti, hevur langtíðar leiguavtalu um hesar báðar tunlarnar til goymslu.
Men, tað er framtíðarætlanin Bergfrost at brúka allar fimm tunlarnar fult út til frysting.
Símin Pauli Sivertsen er harmur um, at tað líka sum ljóðar, at P/F Bergfrost vil hava hesar báðar seinastu tunlarnar fyri lítið ov lætt.
- Talan er avgjørt ikki um nakran rossahandil ella annað slíkt. Hetta er fyri okkum reint business, og vit halda avgjørt ikki, at hesar 7 miljónir krónurnar er nakar spottprísur, avgjørt ikki.
Stjórin vísir á, at Bergfrost hevur givið hall í fleiri ár, og tað var ikki fyrr enn í 2011, at tað eydnaðist at venda gongdini.
- Í 2014 tóku vit ímóti tilsamans 55.000 tonsum, harav P/F Pelagos kom við teimum stívliga 35.000 tonsunum. Pelagos er soleiðis vorðin ein velduga stórur kundi hjá Bergfrost, men hetta hevur so aftur merkt, at vit hava verið noyddir at hildið aðrar úti, sum pláss tíverri ikki hevur verið fyri.
Hann sigur, at Bergfrost fær nógvar fyrispurningar frá øðrum kundum og hava onnur ár havt uppí einar 50 ymiskar lossingar um árið. Aftur í ár verður trupult at taka aðrar inn, tí neyðugt verður at leggja nógv pláss av til P/F Pelagos.
Símin Pauli sigur, at orsøkin til, at Bergfrost vil keypa teir báðar eftirverandi tunlarnar, er, at felagið vil veksa um henda partin av virkseminum, soleiðis at Fuglafjørður kann gerast ein enn størri tænastudepil.








