- Í hesum døgum, har rákið er “grønt”, er hugtakið “grøn burðardygd” mangan at hoyra. Hetta er eitt ógvuliga umfatandi evnið. ið kann fevna yvir mangt og hvat, eitt nú at velta grøði til egna nýtslu.
Tað siga tey í Fuglafjarðar kommunu í dag, har tey hava ætlanir um at bjóða økir út til borgarar í kommununi at velta í.
- Hetta verður sjálvandi bert, um áhugi og tørvur er, og tískil senda vit út eitt spurnarblað fyri at lodda dýpið. Ætlanin er at gera økir klár við atgongd til vatn og útgerð, eins og eindirnar verða í fleiri støddum - alt eftir tørvi og ynski.
Í kommununi vísa tey á, at einki er ókeypis, men gjaldið verður eitt ómaksgjald, sum ikki verður okursprísur, tvørtur ímóti. Heitt verður á borgararnar í kommununi um at hyggja upp á spurnarblaðið.
- Soleiðis fáa vit at vita um tykkara ynski. Spurnarblaðið kann fyllast út um heimasíðuna hjá okkum og sendast við telduposti til maritao@fuglafjordur.fo ella printast út sum pdf at útfylla og latast kommunuskrivstovuni.
Í Fuglafjarðar kommunu leggja tey aftrat, at millum innkomin spurnarbløð verður drigin ein vinnari av einum gávukorti frá gróðurstøðini.