Fuglafjarðar sangkór syngur sín vársong

Nú fannirnar gráta sín vársong, fer Fuglafjarðar Sangkór  undir leiðslu av Heðini Kambsdal  at hava sína árligu várkonsert í Fuglafjarðar kirkju í kvøld 25. mai kl. 19.00.

 

Kórið fer at framføra føroyskar og  útlendskar sangir við orgli, saman við strúkarum  og a cappella.

 

Á skránni  vera  verk av millum øðrum Felix Mendelssohn, W.A. Mozart, C.V. Stanford,  J. Waagstein og Kára Bæk at hoyra.

 

Millum verkini vera Coronation Mass in C – Gloria og Ave verum Corpus hjá W. A Mozart

 

Kórleiðari: Heðin Kambsdal

 

Við urguna: Petur Martin Johannesen

 

Strúkarar: Musikkskúlanæmingar og lærarar undir leiðslu av Moniku Stauss Joensen umframt solistar og kvartett.