Fuglafjarðar gentukór hevur kirkjukonsert

Kirkjukonsert verður fríggjakvøldið 26. mai í Fuglafjarðar kirkju kl 20:30. Tað er Fuglafjarðar gentukór, ið fer at syngja.

Í august fer kórið til Aalborg og Skagen á konsertferð. Kórið fer at vitja ungdómskórið í Skalborgs kirkju, sum var og vitjaði í Fuglafirði fyri trimum árum síðani.

Kórleiðari er Frits Johannesen, orgulfylgisspælið hevur Heðin Kambsdal, og klaverfylgisspælið hevur Eyðun á Lakjuni.