– 633 hava verið á vali higartil í mín til 488 sama tíðspunkt í fjør. Tað er nokk so stór framgongd í mun til somu seinast, men eg haldi, at munurin er, at í dag er valið ein leygardag, í mun til seinast, tá ið valið var ein mikudag. Men valið er eisini sera tætt og spennandi, og tað ger, at fólk eru spent, sigur Kristian Petersen, valstýrisformaður í Fuglafirði.
Tað eru sjey staðbundin valevni, ið stilla upp í Fuglafirði. Fýra kvinnur og tríggir menn. Hetta er á leið tað sama sum undanfarin val, men onkrir flokkar hava tvey staðbundin valevni uppstillað og tað er ikki so vanligt.
##med2##
Valstýrisformaðurin hevur ikki nakað boð um, um fólk atkvøða fyri einum staðbundnum umboði, ella um atkvøðurnar fara úr býnum.
– Tað er ringt at siga, hvussu tað verður í ár, men okkurt ár eru nógvar atkvøður farnar úr býnum. Eitt árið fóru 65 prosent av atkvøðunum til onnur enn tey staðbundnu valevnini, sigur Kristian Petersen.
1143 fólk hava valrætt í Fuglafirði, tað eru 48 fleiri í mun til seinasta val. 100 brævatkvøður eru komnar inn. Seinast var vallutøkan í Fuglafirði 90,6 prosent.
Í Fuglafirði verður valt í Mentanarhúsinum.
##med3##