Fuglafjørður svaraði telduposti

Fuglafjarða Kommuna og Runavíkar Kommuna fingu sama fyrispurning um teldupost.
Spurningarnir vóru sendir mikudagin kl. 12.30.
Millum annað var spurt um:
Hvussu eldraøkið sær út í kommuni.
Hvussu er við barnaansing?
Hvussu nógv tilboð eru?
Hvussu við bíðilistum?
Hava tit annars hagtøl?
Hvussu er við skúlatilboðum?

Fuglafjarða Kommuna svaraði í telefonini eftir einum hálvum tíma og við telduposti klokkan 14.30 sama dag.
Runavíka Kommuna hevði ikki svarað, tá blaðið fór til prentingar hósdag eftir døgurða.