Fuglafjørður og Vágur ? skyldir í navnahøpi

Hóast nøvnini á býunum báðum eru ymisk, eru Vágur og Fuglafjørður kortini skyldir í navnahøpi.

Vágbingar og fuglfirðingar hava kanska meira í felag, enn hildið, nú so stór fjarstøða er ímillum býirnar báðar. Vágur og Fuglafjørður eru javnt stórir, fólkatalið er næstan hitt sama og í báðum býum sita tjóðveldismenn við kommunala róðrið.

Og harumframt sigst, at heilu og hálvu fuglfirðingar, ið búgva í Vági, støðast serliga væl millum hini innbornu í Heimbygdini har suðuri. Orsøkin er, at bæði her norðuri í Fuglafirði og har suðuri í Vági ber til at fara vestur í Bø at vassa ella fanga síl í Gjógvará,. Alt meðan Gjógvaráfjøllini bæði standa so stinn vestanfyri?