Fuglafjørður og kommunusamanlegging

Hervið vil eg gera greitt, at úttalisið hjá Sigurð Simoensen, borgarstjóra í Fuglafirði, í Degi og Viku týsdagin tann 23. juni 09, og hansara ábending um, at hetta er 5. býráðssetan, ið er ímóti eini kommunusamalegging, stendur fyri hansara rokning. Eg vil við hesum gera greitt, at hansara áskoðan ikki er áskoðanin hjá okkum øllum

Sum býráðslimur, forkvinna í Mentamálanevndini og limur í Fíggjarnevndini hjá Fuglafjarðar Býráð, vil eg, enn einaferð gera vart við, at eg persónliga eri fyri eini kommunusamalegging við grannakommununa.

Fuglafjørður, Gøta og Leirvík liggja so tætt, at tað er eins skjótt at koma úr Fuglafirði til Leirvíkar, sum tað eitt nú er at koma frá Hoyvík og oman í miðbýin í Tórshavn.

Leirvík, Gøta og Fuglafjørður hava í langa tíð havt fleiri felags karmar, eitt nú felags ítróttarhøll og felags framhaldsskúla, har hvør borgari í Fuglafjarðar kommunu, yngri enn 59 ár, hevur gingið í skúla saman við borgarum úr ávikavist Leirvík og Gøtu. Somuleiðis sum at ymisk frítíðarítriv hava verið felags. Hetta er eftir míni áskoðan, ein náttúrlig orsøk til samanlegging. Umframt at vit við eini samalegging, styrkja um møguleikar at fremja eina miðsavning uttan fyri høvusstaðin. Møguleika fyri at miðsavna havnaøkið, størri part av fólkaskúlanum, hugsi serliga um at fáa betri skúlatilboð, eina betri tænastu fyri børn við serligum tørvi, betri viðurskiftum á eldraøkinum og annars eisini, skipa almennar tænastur, so sum lækna- og tannlæknatænastur í størri eindir.

Eg haldi meg minnast, at listi D til seinasta val vísti á, at tey vóru fyri eini kommunusamalegging og listi K vísti somuleiðis á teirra áskoðan, her sitera:

 

»vit eiga ikki at sita hendur í favn og verða ímóti eini samanlegging, tí so er vandi fyri at enda sum minsta kommuna í landinum«.

 

Hinvegin vísti kvinnulistin somuleiðis á:

 

»at vit heldur ikki eiga at leggja saman, bara fyri at leggja saman«. Og tí ynskti kvinnulistin, »at spurningurin um kommunusamalegging verður umrøddur væl og opið. Umrøðan skal snúgva seg um fyrimunir og vansar í einari samalegging, og eitt hugskot hjá kvinnulistanum var, at skapa ein pall, har vanligi borgarin hevur høvi at luttaka í skrift og talu«.

 

Avbjóðingin er at skapa henda pall, og tað hevði verið gevandi, um stigtakarar í býnum skipaðu fyri t.d. einum tjakpalli, har borgarnir fáa høvi at koma til orðanna. Mín vón er, at vit fáa skapt henda pall skjótt, so lív kann koma í hetta so týðandi tjakið um kommunusamlegging.

“Tala og tig ikki”!

Við borgarakvøðu.