Fuglafjørður nýggjan vinarbý

Fuglafjarðar kommuna hevur fingið nýggjan vinarbý. Um vikuskiftið vóru fólk úr Norðurthing kommunu í Íslandi á vitjan í Fulglafirði, og tá varð vinarbýarsáttmáli undirskrivaður

Vinarbýir

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo



Í vikuskiftinum 5. til 8. juni 2009 vóru umboð fyri Norðurthing kommunu (Húsavík) í Íslandi á vitjan hjá Fuglafjarðar kommunu. Í hesum sambandi varð vinarbýarsáttmáli undirskrivaður millum kommunurnar báðar galdandi frá 6. juni 2009.

Norðurthing kommuna varð umboðað av 5 fólkum við borgarstjóranum Bergi Elias Águstsson á odda. Vinarbýarsáttmáliin, sum undirskrivað varð av borgarstjórunum báðum, snýr seg í høvuðsheitan um niðanfyri standandi:


• At styrkja um vinarbýarsamstarvið við at stovna og varðveita vinarliga sambond við hvønn annan.


• At fremja tað sínámillum fatan og virðing millum borgarar í Fuglafjarðar og Norðurthing kommunum.


• At eggja og stuðla ungdóms- og vaksnamannafeløgum, bólkum og øllum samfelagsstættum í kommununum báðum til at vitja hvønn annan.


• At skifta orð um upplýsing og vitjanir, fyri til allar tíðir at menna menniskjalig og mentanarlig sambond og skapa ein tryggan grundvøll fyri framtíðarfatan, virðing og vinarlagi millum okkara borgarar.