Í startinum var tað tætt. Lómur av Argjum, Fípan Fagra úr Klaksvík og Erla Kongsdóttir vóru í tættari kapping í startspurtinum. Tøkini hjá Fípuni Føgru munaðu best, og eina løtu vóru tær úr Klaksvík fremstar, meðan reyði Lómur av Argjum var næstfremstur.
Smátt um smátt lagaði tað seg soleiðis, sum tað hevur gjørt flestu av undanfarnu ferðunum í summar.
Erla Kongsdóttir legði seg fremst, og so svam Erla frá hinum, meðan kapping støðugt var um næstfremsta plássið. Ta kappingina vann Lómur, sum harvið vann silvur bæði á ólavsøku og í FM kappingini.
Eingin stóð Erlu Kongsdóttir kurl. Tær úr Fuglafirði vunnu tryggan sigur, og tær asyrgdu harvið fyri, at tveir ólavsøkusigrar og tvey FM heiti í kvinnukappingini.
1. 1 Erla Kongsdóttir 04:51:19
2. 2 Teistin 04:54:17
3. 3 Fípan Fagra 04:55:04
4. 4 Drekin 05:00:11
5. 5 Tekla 05:01:13
6. 6 Blikur 05:08:17
Endaliga støðan
1. 1 Erla Kongsdóttir 47 stig
2. 2 Teistin 44 stig
3. 3 Fípan Fagra 34 stig
4. 4 Tekla 26 stig
5. 5 Drekin 18 stig
6. 6 Frúgvin 13 stig
7 Blikur 6 stig