Seinnapartin verður standmynd av Victor Danielsen avdúkað í Fuglafirði. Hetta er bert ein av mongum, sum ætlanin er at seta upp Elisabeth Eldevig er forkvinna í Mentanarnevndini í Fuglafjarðar kommunu. Og fyri hana er standmyndin av Victor Danielsen bert ein í eini røð, sum í framtíðini vónandi fara at prýða býin.
Bygdin og seinni býurin eiga ein hóp av fólki, ið hava gjørt vart við seg innan mong ymisk øki ? til dømis vinnulív, mentan og politikk. Óhugsandi er ikki, at ein so líðandi fer at síggja fleiri standmyndir í býnum, kanska eisini av fyrsta løgmanni okkara, Andrass Samuelsen, ið var ættaður úr Fuglafirði.
- Vit hugsa ikki minst um komandi ættarlið, sum eisini fara at fáa gleði av hesum standmyndunum, og sum tey somuleiðis kunnu identifisera seg við, greiðir Elisabeth Eldevig frá.
Við hesar standmyndirnar kunnu fólk í framtíðini steðga á eina løtu, og síðani spyrja eftir og hugsa um, hvørji hesi fólkini vóru, hvat tey framdu í verki og hvat gjørdi, at júst tey fingu eina standmynd reista av sær.
- Mín fatan er, at fólk taka sera væl undir við hesi ætlanini, slær hon fast.