Fuglafjarðar býráð hevur tikið avgerð um at seta Henrik Weihe Joensen í starvið sum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu.
Henrik er 51 ára gamal og útbúgvin politistur og løgfrøðingur. Harumframt hevur hann tikið master útbúgving í almennari leiðslu, umframt at hann hevur onnur viðkomandi skeið.
Henrik Weihe Joensen hevur leiðsluroyndir sum stjóri í Tilbúgvingarstovni Føroya, virkandi stjóri í MRCC/Tórshavnradio og sum kommunustjóri á Tvøroyri.
Harumframt hevur Henrik verið fulltrúi hjá Løgtingsins Umboðsmanni, og ráðgevari í Fiskimálaráðnum. Henrik Weihe Joensen byrjar í starvinum sum kommunustjóri tann 1. september.