Fuglafjørður 1600 borgarar og 1000 arbeiðspláss

- Tað búgva umleið 1600 fólk í Fuglafjarðar kommunu, og tað eru eini 1000 arbeiðspláss innan kommunumarkið. Fólk, sum búgva her, eru virkin, bæði arbeiðslívinum og í felagslívinum, sigur Eivin Breiðaskarð, formaður í teknisku nevnd.

 

Í løtuni standa eini 8-10 hús í gerð í Fuglafjarðar kommunu, harav eini 6-8 hús verða bygd í Fuglafirði júst nú. Eini hús standa í gerð á Kambsdali, og eini hús verða bygd á Hellunum, sum eisini er partur av Fuglafjarðar kommunu.

Í Fuglafirði verða sethús bygd við Bøveg, Hornaveg og á Toftanesvegi.

- Tað er spennandi at síggja, at ung fólk velja at byggja sær nýggj sethús í okkara kommunu, tí tað eru millum annað júst hesir borgarar, sum mynda og koma at mynda framtíðina hjá kommununi.

Tað sigur Eivin Breiðaskarð, varaborgarstjóri og formaður í teknisku nevnd í kommununi.

Fuglafjarðar kommuna gjørdi eina útstykking við Bøvegi við níggju grundstykkjum til sethús og seks grundstykkjum til tvíhús. - Tað er gleðiligt, at øll hesi 15 grundstykkini eru seld.

Eivin Breiðaskarð vísir á, at fyrst varð roynt at selja stykkini soleiðis, at tey, sum keyptu, skuldu grava út og planera sjálvi. Men, tá gekk striltið at sleppa av við grundstykkini. Síðan valdi kommunan at grava øll stykkini út, planera tey og annars gera tey púra klár til bygging.

Formaðurin í teknisku nevnd fegnast um, at hetta gav úrslit beinanvegin, tí stutt eftir vóru øll grundstykkini seld. Á Kambsdali varð eisini ein útstykking við átta byggiklárum grundstykkjum klár fyrr í ár, og tey fyrstu húsini verða nú bygd har.

Eivin Breiðaskarð sigur, at higartil hevur kommunan bara selt hetta eina stykkið í hesi útstykking, men tað eru fleiri, sum hava víst áhuga fyri grundstykkjunum á Kambsdali. - Vit vóna og vænta, at fleiri av hesum stykkjum verða seld í nærmastu framtíð.

Hann vísir á, at við tað, at tað er so slætt á Kambsdali, er byggilendið eisini sera gott, og tískil eru tað góð grundstykki, sum her eru til sølu. - Ofta verður tosað um, at í Føroyum er bratt, og at tað tískil er torført at byggja eitt nú eitt-planshús, men á Kambsdali er hesin trupuleiki ikki til staðar.

Eivin Breiðaskarð vísir á, at hetta eisini kann hava sína ávirkan á eina húsafígging, tí tað er eitt ávíst tal fyri grundstykki, sum kundi og banki skulu fyrihalda seg til. - Vit uppliva eisini, at ung fólk fyrst fáa fígging til eitt grundstykki, sum tey síðan gjalda niður, áðrenn tey fara at fíggja húsini sjálvi og byrja at byggja, sigur hann.

Í Fuglafjarðar kommunu er vanligur grundstykkjaprísur 160 krónur fyri fermeturin.

Men, tað sær út til, sigur Eivin Breiðaskarð, at tá grundstykkini verða grivin út og gjørd byggiklár og haraftrat hava ein fastan prís, er munandi lættari hjá borgarum at taka støðu til, um tey skulu ella ikki skulu keypa grundstykki. - Grundstykkini við Bøveg kostaðu 300.000 krónur - fyri vanlig grundstykki - og 150.000 krónur fyri stykki til tvíhús.

Hann vísir á, at í útstykkingini á Kambsdali kostar eitt byggibúgvið grundstykki á umleið 500 fermetrar einans 200.000 krónur.

- Vit leggja okkum eftir at hava grundstykkir til sølu fyri ein kappingarføran prís, skilt soleiðis, at tað er hørð kapping millum ymisku økini og kommunurnar um borgarar, sum ynskja at byggja sær sethús. Tí vilja vit í Fuglafjarðar kommunu skapa røttu karmarnar og fyritreytirnar fyri hesi fólk, so tey kunnu fáa eina góða byrjan uppá lívið sum húsaeigarar, sigur formaðurin í teknisku nevnd.

Í Fuglafjarðar kommunu hava tey stungið út í kortið fleiri útstykkingar komandi árini, tí áhugin at seta búgv í kommununi tykist stórur. - Kommunan er í gongd við at ogna sær økið niðan fyri endan av Innandalsvegi, og peningur verður settur av á komandi fíggjarætlan, so tann útstykkingin kann gerast veruleiki.

Eivin Breiðaskarð vísir á, at her verða seks stykkir á umleið 500 fermetrar, sum eftir ætlan eisini verða gjørd byggibúgvin komandi ár. - Í nógv ár hevur verið tosað um at stykkja út oman fyri verandi sethús í Fløtugerði. Hetta er økið oman fyri fótbóltsvøllin, og her er gott byggilendi.

Hann sigur, at ætlanin er, at Fuglafjarðar kommuna komandi ár skal keypa alt hetta økið, og síðan er ætlanin at útstykkja økið í 2022. Ætlanin er, at eisini hesi grundstykkini - helst eini 16-18 í tali - skulu verða klár at byggja á, tá tey verða seld.

- Á Kambsdali er ikki bráðfeingistørvur á at gera fleiri grundstykkir, men her er eisini ein útstykking á 8 grundstykki klár at seta í gongd. Henda útstykking liggur upp at teirri útstykking, sum varð liðug fyrr í ár.

Tað var leingi ætlanin, at Bústaðir skuldu byggja íbúðir í Fuglafirði, men ætlanin saman við tí almenna bústaðarfelagnum fór fyri bakka í fjør. - Hetta helst mest av, at Bústaðir enn ikki hevur fingið heimild at útvega meira fígging til at byggja fleiri íbúðir fyri.

Eivin Breiðaskarð ásannar, at tilgongdin til ætlaðu verkætlanina saman við Bústøðum var alt annað enn løtt. - Vit merktu, at Bústaðir ikki ordiliga var sinnað at byggja her, tí tað komu alla tíðina nýggj krøv og spurningar, sjálvt um vit frá okkara síðu føldu, at tað fleiri ferðir varð heilt nær við at trýsta á ”play” og fara í gongd við verkætlanina.

Formaðurin í teknisku nevnd sigur, at nú er ein tíð síðan, at nakað samband hevur verið millum Bústaðir og Fuglafjarðar kommunu, men hetta steðgar ikki ætlanina at byggja íbúðir yvirhøvur.

- Aðrir møguleikar verða nú royndir saman við privatum aktørum, og tað sær út til, at tað arbeiðið kemur á mál skjótt.

Eivin Breiðaskarð vísir á, at tað í eina tíð hevur verið arbeitt ítøkiliga við einari ætlan at byggja 18-40 íbúðir inni í Fuglafirði, og sum málið liggur beint nú, er heilt nær við, at henda ætlan fer í gongd, og at borgarar soleiðis fáa møguleikan at flyta inn í eina íbúð innan tey komandi árini. - Tað er torført at koma nærri inn á hesa verkætlan beint nú, men meira verður at frætta um nakrar vikur, kanska longu í summarfrítíðini.  

Formaðurin í teknisku nevnd heldur, at Fuglafjarðar kommuna eigur at ganga á odda at skapa fyritreytir fyri verandi borgarar og onnur, sum vilja virka og búgva í kommununi. Tí eigur kommunan eisini at fara í holt við at gera eina langtíðarætlan á fleiri økjum, eitt nú ústykkingar og bústaðarætlanir av ymiskum slag.

- Her hugsi eg um eina langtíðarætlan yvir tey næstu 12-20 árini, sum kann verða ein fyrimunur, tá hugsað verður um møguleikar framyvir til fólkavøkstur og trivnað fyri okkara borgarar.

Eivin Breiðaskarð heldur tað vera sera spennandi at síggja, at fólkatalið í Fuglafjarðar kommunu veksur støðugt, og at fólk vilja byggja í kommununi.

- Fólk her eru sera virkin, og arbeiði er til allar hendur. Tað búgva í dag umleið 1600 fólk í kommununi, og tað eru eini 1000 arbeiðspláss innan kommunumarkið. Her er sera nógv virksemi og fólk, sum búgva her, eru virkin, bæði arbeiðslívinum og í felagslívinum, sigur Eivin Breiðaskarð.

##med2##