– Nei, avrikið og úrslitið eru út av lagi vánaligt.
Hann svaraði stutt. Landsliðsvenjarin hjá Norðurírlandi.
Nigel Worthington hevði lítlan hug at tosa, aftaná dystin á Svangaskarði. Um tað ikki er meira ella minni eitt krav, at venjarin er sinnaður at tosa við fjølmiðlarnir, so er ivasamt, um hann yvirhøvur hevði tosað við journalistarnar, sum bíðaðu eftir honum.
Fyri aðru ferð í sínari yrkisleið eydnaðist tað ikki Worthington at vinna móti føroyska landsliðnum. Hann var við sum spælari, tá Føroyar spældu javnt í Belfast í 1991.
Í gjár eydnaðist tað heldur ikki manninum við drúgvu yrkisleiðini á fótbóltspallinum at fáa stig móti Føroyum.
Sum spælari
Worthington var virkin sum fótbóltsspælari í samfull 19 ár.
Hann var skjótt ein fongur hjá fjølmiðlunum, tí Worthington var altíð bersøgin í almenna rúminum. Hann hevur ongantíð verið bangin fyri at sagt sína hugsan.
Tað var skjótt staðfest, at norðurírin, sum spældi vinstri bakkur og vinstri vongur, hevði fótbóltsevni, sum rukku væl og virðiliga út um heimligu kappingina í Norðurírlandi. Sum 20 ára gamal skifti hann til enska Notts County, sum spældi í bestu deildini, í royndini at røkka tindunum. Skjótt vóru boð eftir honum í Sheffield Wednesday.
Howard Wilkinson, ið hevði verið venjari hjá Notts County, sum flutti niður úr bestu deildini, hevði sett seg í venjarasessin í Sheffield Wednesday, og Wilkinson vildi hava Worthington við, nú felagið ætlaði at vinna sær pláss millum teir bestu.
Tað eydnaðist, og uppflytararnir stóðu seg óvæntað væl í fyrsta kappingarárinum í bestu ensku deildini. Liðið var nummar fimm í røðini av 22 liðnum, tá kappingarárið 1985/1986 varð spælt.
Worthington fekk sítt gjøgnumbrot sum fótbóltsspælari í Sheffield Wednesday, har hann spældi í 10 ár.
Hann royndi seinni at tapa steypafinalurnar í League Cup og FA Cup við liðnum.
Umvegis Leeds, byrjaði hann sum venjari í 1997, tá hann varð settur sum leikandi venjari hjá Blackpool.
Á landsliðnum
Nigel Worthington er ein av teimum drúgvu í landsliðshøpi. Hann er skrásettur fyri 66 landsdystir, og hann er nummar nýggju í røðini av spælarum, sum hava spælt flest landsdystir fyri Norðurírland.
Hann var við í landsliðshópinum í 13 ár. Hann var við fyri fyrstu ferð, tá Norðurírland vitjaði í Wales í 1984, og tá norðurírar vunnu 3-0 í venjingardysti móti Belgia í 1997, varð 36 ára gamli Worthington innskiftur í seinna hálvleiki.
Tá segði hann somuleiðis landsliðnum farvæl sum spælari.
Bjargaði Leicester
Worthington hevur leingi roynt at fingið sítt veruliga gjøgnumbrot sum venjari.
Hann fekk uppreisn í 2007, tá hann tók við venjarastarvinum í Leicester. Felagið, sum nærkaðist niðurflyting í triðbestu deildina, heitti á norðuríran, tí leiðslan hevði sagt venjaran upp.
Tað eydnaðist Worthington og Leicester at sleppa undan niðurflyting. Hann var sinnaður at halda fram, tá tað brádliga stóð honum í boði at stjórna norðurírska landsliðnum. Tað vildi hann fegin.
Worthington hevur áður staðið á odda fyri Blackpool. Hann segði upp í 1999, tí hann kundi ikki geva liðnum meira.
Hann flutti til Norwich, sum hann vann upp í Premier League í 2005. Liðið flutti niður aftur í 2006, og aftaná fáar dystir í næstbestu deildini varð hann uppsagdur, tí úrslitini vóru ov vánalig.
Vónbrotin
Nú vil Worthington vinna Norðurírland til EM-endaspælið í 2012, men dreymurin fekk ein ordiligan undir vangan á Svangaskarði í gjár.
Liðið er komið sera væl frá byrjan. Norðurírar hava vunnið óvæntað á útivølli móti Slovenia og spælt málleysan javnleik á heimavølli móti Italia.
– Fimm stig fyri tríggjar dystir er nøktandi. Vit hava eisini verið hepnir móti Slovenia og Italia. Men vit fingu eina framúr byrjan, og vit skuldu havt sjey stig nú. Tað er krav, at vit vinna dystirnar móti Føroyum, sigur Worthington.
Landsliðsvenjarin er bersøgin, tá hann verður spurdur um dystin.
– Eg helt, at vit vóru væl fyrireikaðir, men tað vístu vit ikki á vøllinum. Tað er irreterandi, at vit traðka við síðurnar av í hesum dystinum. Ræðuliga irreterandi. Vit spæla illa, og vit spæla ikki við fullari megi. Spælararnir tóktist taka sær av løttum, og tað kann eg ikki góðtaka. Eg ætli mær at hyggja at dystinum aftur, og so fáa vit at síggja, hvussu vit handfara avrikið, sigur Nigel Worthington, sum eisini sá ymsar glottar.
– Lafferty er eyðsýndur, og hann spælir væl, hóast hann skuldi fingið fleiri mál. Og vit reisa okkum skjótt aftur, hóast Føroyar leggja seg á odda. Men tað er eisini einastu positivu hendingarnar í hesum dystinum fyri okkara viðkomandi, sigur Worthington, og lýsir dystin, avrikið og úrslitið við tveimum orðum.
– Fucking embarrassing!, sigur hann.