Við útlendskum venjara og fleiri útlendskum spælarum skulu vágamenn í summar royna at endurvinna plássið í fremstu fótbóltsdeildini. Heimadystirnar skulu teir spæla í Sørvági.
Men áðrenn vágafólk sleppa at síggja fótbóltsflaggskipið í oynni royna seg í landskappingini á Sørvágssandi, skulu teir av bygd.
Á ársaðalfundinum hjá FSF, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum fyrrapartin í dag, fer kappingarnevndin at leggja uppskot um kappingarskrá fyri feløgini. Sambært uppskotinum skal FS Vágar í fyrsta umfarinum spæla á Svangaskarði. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað verða tvey lið við nógvum nýggjum fólki, sum skulu royna seg ímóti hvørjum øðrum. Hjá B68 er Jóannes Jakobsen nýggjur venjari, og afturat sær hevur hann fleiri spælarar, sum ikki spældu við B68 í fjør.
Hinir dystirnir í fyrsta umfarinum í landskappingini eru hesir: B36?GÍ, Sumba?VB, B71?HB og KÍ?NSÍ. Fyrsta umfarið verður spælt 2. páskadag, sum er 24. apríl.
Nógv fyrilit
Dánjal Andreasen er formaður í kappingarnevndini. Hann er eisini kappingarstjóri, og hann man eiga stóran part í skránni, sum verður løgd fyri feløgini í dag.
? Talan er um eitt uppskot. Mannagongdin er tann, at feløgini fáa eina viku at koma við viðmerkingum til okkara, men tað skulu sera góðar grundir til at fáa okkum at broyta skipanina. Og tað vil við øðrum orðum siga, at skipanin verður ikki broytt fyri tað, at eitt lið sigur, at teir halda tað vera óheppið fyri teir at hava útivøll í fyrsta umfarinum.
Hvørji fyrilit hava tit tikið, tá tit hava lagt skránna?
? Eitt er, at tað hevur týdning nær og hvar summarstevnurnar eru. T.d. skal KÍ hava heimavøll á norðoyarstevnu, og NSÍ skal hava heimavøll á skálafjarðarstevnu. Ferðaætlanina mugu vit altíð hava í huga, og so hava vit eisini hugt at undanfarnu árum, soleiðis at somu feløg ikki altíð hitta tey somu í t.d. síðsta umfari, og at heimavøllurin í síðsta umfari skiftir millum feløgini.
Fleiri undan summarsteðginum
Hesi seinastu árini hava níggju umfør verið undan summarsteðginum og níggju umfør eftir summarsteðgin. Í níti árunum hava onkuntíð fleiri umfør verið undan summarsteðginum enn eftir summarsteðgin, og onkuntíð hava tað verið færri umfør undan summarstegðinum.
? Síðsta umfar undan summarsteðginum í ár verður sunnudagin 25. juni, og so verður finalan um løgmanssteypið, áðrenn summarfrítíðina. Undan summarsteðginum verða tíggju umfør. Tað verða tíggju umfør undan summarsteðginum, tí tá verða eingir landsdystir. Eftir summarsteðgin fer eitt umfar til landsdystin móti Solvenia, sigur Dánjal Andreasen, formaður í kappingarnevndini og kappingarstjóri.
Fyrsta umfarið eftir summarsteðgin, sum altso verður tað 10. umfarið, verður sunnudagin 5. august.
2. og 3. deild fara undir sína kapping eina viku aftaná at besta deildin er farin í gongd, og 2. og 3. deild spæla síðstu ferð eina viku frammanundan at 1. deild gevst. Leygardagin 30. september verður síðsta umfarið í 1. deild spælt.










