FSV hongur í klønum tráði

FS Vágar-KÍ:

Stórur møguleiki er fyri, at dysturin í morgin verður tann síðsti í Vágum í fremstu røð í hesum umfarinum


 

Upptakt


Tað er púra greitt, at tá FS Vágar og KÍ í morgin fara á vøllin í Miðvági, so verður talan um síðsta 1. deildardystin í Miðvági í fleiri ár. Spurningurin er, um tað yvirhøvur verður talan um 1. deildar fótbólt í Vágum komandi ár. Tað er nógv treytað av úrtøkuni hjá FS Vágum í morgin.

At tað longu nú er greitt, at eingin 1. deildar fótbóltur verður í Miðvági komandi ár kemst av, at avtalan millum feløgini í Vágum sigur, at heimavøllurin skal skifta ímillum tær tríggjar bygdirnar. Í fjør spældi FSV í Sørvági, og komandi ár skulu teir spæla í Sandavági.


Lítið mannfall

Í Vágum vóna teir, at teirra lið í morgin skal finna spælið aftur, sum teir sýndu, tá B36 var har vesturi.

Tað er greitt, at Torkil Nielsen ikki verður við. Hann fekk ein løst, tá GÍ var har vesturi og verður ikki við. Hannus Olsen og Ruslan Screlea eru báðir tøkir aftur.

Í Klaksvík iðra teir seg um, at teir ikki megnaðu at vinna ímóti B36. Motivatiónin sigst vera í lagi, og teir stríðast framvegis fyri fjórða plássinum. Síðst var Fríðin Ziskason leikbannaður. Hann er tøkur aftur. Málverjin, Meinhardt Joensen, hevur havt trupulleikar við øðrum fótinum og hevur í vikuni verið eitt sindur burtur frá venjing. Teir rokna kortini við, at hann fer at spæla. Eykamálverjin, Karstin Joensen, hevur brotið ein fingur. Tí var veteranurin John Willian Joensen eykamálverji ímóti B36, og hann verður aftur á beinkinum í Miðvági.

Alexander Djordjevic hevur verið sjúkur í vikuni. Hóskvøldið vandi hann fyrstu ferð í hesi vikuni.