FSF vil ikki lata glukkan upp

Flytingargluggin fyri spælaraskifti í Føroyum verður í fyrsta lagi latin upp um ein mánað

Fótbóltur

 

Hesum boðaði Fótbóltssambandið frá á gamlaárskvøldið.

 

Orsøkin til, at spælarar ikki kunnu skifta felag í januar, sum ætlanin annar var, er at FSF er í holt við nýggjar reglugerðir, sum ikki eru lidnar.

 

- Við tað, at framvegis verður arbeitt upp á dagføringarnar av Reglugerð fyri Áhugaleikarar, er avgjørt, at útseta flytingargluggan enn einaferð, so at hann ístaðin letur upp fríggjadagin 30. januar 2009, sigur FSF í síni fráboðan.

 

Útsetingin fær ikki stórvegis praktiskar avleiðingar, tí føroyska kappingin byrjar í fyrsta lagi í mars mánaði.