FSF vil hava dómaraseðlar

FSF biður feløgini um at senda inn allar dómaraseðlar í yngru deildunum

So at siga hvørt ár hevur Fótbóltssamband Føroya trupulleikar við at fáa allar dómaraseðlarnir í yngru deildunum inn, so at støður kunnu gerast upp, og kappingin leggjast til rættis víðari.

Í ár er einki undantak í so máta, og FSF hevur sent rundskriv til feløgini, har teir biðja um, at allir dómaraseðlar verða sendir FSF so hvørt sum dystirnir eru spældir.

Í teimum deildum, har kappingin verður umskipað í summarsteðginum, skal FSF hava fingið allar dómaraseðlar í seinasta lagi 4. juli.

Dómaraseðlar, sum koma seinni enn hetta, kunnu ikki roknast við at verða tiknir við í uppgerðina av fyrru hálvu og tilrættaleggingini av seinnu, sigur FSF í rundskrivinum, sum er sent øllum feløgunum í Føroyum.