FSF veitir feløgunum stuðul til umsiting

Fótbóltssambandið hevur nú latið fótbóltsfeløgunum umsóknarblað, har tey kunnu søkja um stuðul til umsiting. Formulafeløgini kunnu fáa upp í 45.000 krónur í stuðli


Fótbóltssamband Føroya hevur nú givið sínum limafeløgum boð um, at tey kunnu søkja um stuðul úr grunninum MAFF (Menning av fótbóltsfeløgum).
Stuðulin verður latin til skrivstovuhald úti í feløgunum, og ætlanin er, at stuðulin skal latast sum beinleiðis løn til tann, ið hevur skrivstovuna um hendi.
Harafturat kunnu feløgini eisini søkja um stuðul til skrivstovuútbúnað.
FSF hevur gjørt av, at Formulafeløgini kunnu fáa góðar 45.000 krónur í stuðli, liðini í 1.deild góðar 30.000 krónur, og hini feløgini góðar 15.000 krónur.
Afturfyri krevur FSF, at feløgini hava skrivstovu opna í minsta lagi frá kl. 14.00 til 16.00 hvønn gerandisdag, og at skrivstovufólkið tekur sær av samskiftinum við FSF og hini feløgini, umsiting av spælaraloyvum, dystarskrá, dystarboðum og ymiskari skráseting.
Føroysku feløgini hava í eina tíð eftirlýst stuðul frá FSF í sambandi øktu krøvini til umsiting og skrivstovuhald, og nú er grunnurin, ið skal stuðla feløgunum við hesum, veruleiki. Nú er tað upp til feløgini at seta skrivstovufólk og søkja um stuðul.