FSF-Varpið: Øll málini frá fjórðingsfinaluni um Løgmanssteypið

Stórur spenningur var í luftini, tá fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vórðu spældar mikukvøldið. Serliga spennandi bleiv á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur hevði vitjan av føroyameistarunum úr HB.

Eftir 90 minuttir stóð á jøvnum 1-1, og tá einki mál kom í umdystinum, var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara. Tá drógu føroyameistaranir longra stráið, og vunnu samanlagt 6-5.

Í Runavík vann NSÍ grannauppgerðina móti Skála 1-0, og 1-0 til heimaliðið gjørdist úrslitið eisini í Sarpugerði í Norðragøtu, har TB var á vitjan. Á Tórsvølli hittust B36 og AB, og tann dystin vann árstalsfelagið 3-0.

Hálvfinalurnar verða leygardagin 28. og sunnudagin 29. november. Leygardagin klokkan 19:00 spæla Víkingur og B36 við Løkin í Runavík, og klokkan 15:00 sunnudagin hittast NSÍ og HB við Djúpumýru í Klaksvík. Finalan um Løgmanssteypið verða á Tórsvølli leygardagin 5. desember klokkan 16:00.

<iframe width="853" height="480" src="https://www.youtube.com/embed/j2eFTGbti_0" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; clipboard-write; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>