Føroyska fótbóltssambandið vísti alment sín stuðul til Gianni Infantino, tá hann bleiv valdur til FIFA forseta í feburar í ár. Boðini vóru, at fótbólturin hevur brúk fyri einum manni, sum kann rudda upp í FIFA.
Les eisini:FIFA forsetin nevndur í Panamaskjølunum
Christian F. Andreasen, FSF forseti, sigur við Sosialin, at hann framvegis stuðlar fyrrverandi aðalskrivaranum í UEFA, sum er nevndur í Panamaskjølunum.
Les eisini:UEFA rannsakað
- Vit hava fingið eina frágreiðing, sum sannførur meg um, at tað er einki at fara eftir mótvegis Gianni Infantino. Sølan av sjónvarpsrættindunum til Ekvardor er farin fram eftir øllum vanligum relgum. Tað er selt til hægst bjóðandi, og Gianni Infantino hevur als ongan aktivan leiklut havt í tí, sigur Christian F. Andreasen og leggur afturat:
- Gianni Infantino hevur sum ein av tveimum persónum fingið mynduleika, til at skriva undir, og tað hevur hann gjørt, vísir FSF forsetin á.
Stormur í einum vatnglasi
Christian F. Andreasen er sannførdur um, at hetta er eitt mál, sum ikki fær at hava eina dominoeffekt og møguliga koppa nýggja FIFA forsetanum.
- Hetta er ein stormur í einum vatnglasi. Hetta er ikki nakað, ið hevur nakað sum helst við mutur at gera, sigur Christian F. Andreasen avgjørdur.
FSF forsetin leggur afturat, at hann hevur stórt álit á Gianni Infantino og fortíðina hjá honum.
Hann lýsur FIFA forsetan, ið hevur røtur í bæði Sveis og Italia, sum ein mann, ið ikki hevur verið nógv úti um seg.
- Hann er ein advokatur, sum hevur sitið í lógardeildini. Upplýsningarnar, sum vit hava fingið, geva okkum ikki nakran illgruna. Eg verið bilsin, um Gianni Infantino eigur lut í nakar mutursak, sigur Christian F. Andreasen at enda.










