FSF tosar við feløgini fyrst

Tá vit mánamorgunin tosaðu við Óla Holm, og fyriløgdu honum reglurnar um upphavsrætt, var tað ein púrasta avkláraður formaður, sum vit tosaðu við.
- Hatta eru vit púrasta greiðir um. Eins og FSF hevur allan rættin, tá sendast skal frá landsdystum, so eru tað feløgini, sum hava rættin til sínar dystir, og tað verður so eingin avgerð tikin, uttan at feløgini eru við í hesari.
Men merkir tað ikki, at tit illa kunnu geva ÍSF nakað bindandi svar, tá stjórnarfundur verður í næstum?
- Jú, og tað fáa vit neyvan gjørt. Sjálvandi er FSF umboðið hjá føroysku fótbóltsfeløgunum, men í eini slíkari støðu eru tað feløgini sjálv, sum eiga avgerðina. Vit vita sjálvandi, hvar á leið vit flóta, men nakra bindandi avtalu um rættindini kunnu vit ikki gera, staðfestir formaðurin.
Hann sigur seg eisini vera greiðan um, at einstøk feløg í veruleikanum kunnu blokera eini samlaðari loysn fyri føroyskan fótbólt, men sjálvur roknar hann ikki við, at málið fer at draga so langt út.
- Eru feløg, sum ikki vilja ganga við í eini meirilutasamtykt, so er talan sjálvandi um ein juridiskan spurning, sum eg ikki fái svarað her og nú. Men eg hvørki rokni við ella vóni, at málið kemur somikið langt, áðrenn ein semja verður funnin, sum øll kunnu ganga við til, sigur formaðurin at enda.