Fótbóltssamband Føroya skuldi á fundi fríggjadagin taka støðu til, hvørt landskappingin í 1. deild nú skal fáa egnan sponsor.
Óli Holom, formaður í FSF, kunnaði á fundi seinasta fríggjadag feløgini um málið, og síðani hava feløgini so havt møguleika at gera sínar viðmerkingar.
Freistin fyri hesum var úti týsdagin, og fríggjadagin skuldi FSF so taka støðu til, hvørt teir taka av møguleikanum, sum nú hevur stungið seg upp.
Sum vit hava skilt, so hava fleiri av feløgunum ikki verið serliga væl nøgd um, at málið er komið so brádliga upp. Fundur var seinasta fríggjadagin, og longu týsdagin var freistin hjá feløgunum at svara runnin.
Hartil tykist tað eisini so, at fleiri av feløgunum eru misnøgd um býtislykilin, sum FSF hevur skotið upp um inntøkurnar.
Tað verður ikki sagt nakað um, hvør fyritøkan er, sum vil gerast sponsor hjá Fótbóltssambandinum, men keldur innnan fótbóltsheimin vilja vera við, at talan er um formula.fo.
Verður tikið av avtaluni, er ætlanin, at øll feløg í bestu deildini í ár skulu hava búmerkið hjá sponsorinum á búnanum. Hartil er ætlanin eisini, at lýsingar skulu vera kring fótboltsvallirnar, har dystir verða spældir og í leikskráirnar hjá ymsu.
-jm










