FSF tekur ikki støðu til Lars Olsen enn

Føroyska fótbóltssambandið tekur ikki støðu til nýggjan sáttmála við landsliðsvenjaran enn

Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari, hevur sáttmála við føroyska fótbóltssambandið til endan av hesi EM undankappingini, sum endar í ár. Lars Olsen segði herfyri við bold.dk, at hann ikki hevur tikið støðu til framtíðina hjá sær.

 

Les eisini: Framtíðin hjá Lars Olsen ógreið

 

Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF, sigur at fótbóltssambandið ongan skund hevur at gera ein nýggjan sáttmála.

 

- Eg havi sum so onga viðmerking til tað. Vit koma at taka málið upp, tá tíðin er røtt, sigur Virgar Hvidbro.

 

Sostatt verður einki avgjørt við framtíðini hjá Lars Olsen fyribils. Tað er vanligt, at tað stendur í slíkum sáttmálaum nær nýggjar samráðingar skulu takast upp.