Hetta er so í øllum førum galdandi fyri tey, sum gera skelti fyri Fótbóltssamband Føroya.
Á stórum skelti í Gundadali við Tórsvøll roynir FSF at greiða fólki frá umstøðunum til landsdystir. Hølini hjá Dansifrøi eru partur av fótbóltsumhvørvinum.
Men tey í FSF hava helst hildið, at navnið »Dansifrøi« hevur sæð í so kollut út við ongum ð – og tí hava tey sett ikki færri enn tvey ð fyri líka sum at pynta upp á navnið.
Vit kunnu soleiðis staðfesta, at talið á skeivum ð'um svarar júst til talið á málunum hjá fóltbóltslandsliðnum í hesi undankappingini – men so er vandin kanska ikki so stórur fyri fleiri ð-feilum frá FSF...