FSF: Spæla aftur til desembur í 2021

Í uppskotinum, sum Kappingarnevndin hevur sent feløgunum til hoyringar, verður aftur í ár lagt upp til, at spælast skal fram til desembur mánað

Í uppskotinum verður Stórsteypadysturin spældur 27. feburar. Síðani verður landskappingin skotin í gongd 7. mars. Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið verður 18. apríl, men fjórðngarfinalur, hálvfinalur og finalan verða ikki spæld fyrr enn eftir landskappingarenda, sum er 30.oktobur. Tað vil siga, at steypkappingin verður fyri ein stóran part avgreidd í novembur. Í mun til í ár, so verða tvær hálvfinalur.

Tað eru 12 A-landsdystir á skránni, umframt at føroysku feløgini skulu spæla í Evropa, har millum annað HB lættliga kann koma at spæla seks dystir, nú nýggja Europa Conference League eisini verður partur evropesiska fótbóltinum.

Tað kundi tí sæð út til, at góðu royndir frá í ár, har kappingin bleiv avreidd so seint sum ongantíð fyrr, verða royndar aftur komandi kappingarár. Uppskotið er sent feløgunum, sum nú kunnu gera viðmerkingar.