FSF slær ígjøgnum: Dystirnir aftur fluttir

Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini, hevur staðfest at tíðspunktini eru flutt

Fleiri spælarar hjá Suðringum skulu til próvtøku og kunnu ikki vera í Gundadali, fyrr enn klokkan 16. Tí nokta Suðringar at spæla klokkan til ásettu tíðina klokkan 17. Nú er greitt, at dysturin verður klokkan 19.15, meðan HB og AB spæla klokkan 16.30.

 

Les eisini: Suðringar mótmæla

 

Tað hevur verið eitt sindur av rokið um dystarásetingina í samband við fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið í kvøld. Bæði HB og B36 hava heimavølli, men havnarfeløgini tosa ikki altíð so væl saman.

 

Millum annað hevur verið roynt at fáa annað av mótstøðuliðunum, AB ella Suðringar, at lata seinnu hálvfinaluna á heimavølli frá sær. Hetta verður tó mett sum ein fyrimunur, at spæla seinna dystin á heimavølli og bæði feløgini hava sum skilt noktað.

 

Mánadagin kom so tíðarásetingin. B36-Suðringar klokkan 17, og HB-AB klokkan 20. Tvey tíðspunkt, sum ikki eru so vanlig í føroyskum fótbólt ein gerandisdag. Annar sera tíðliga, meðan seinni dysturin ikki verður liðugur fyrr enn stutt fyri klokkan 22 um kvøldið.

 

Síðani hevur dúgt samskiftið verður millum feløgini og FSF. B36 ynskir ikki at halda fram við at broyta tíðirnar, meðan FSF stríðist við at finna eina loysn. Nú er so boð komin um, at HB og AB spæla klokkan 16.30, meðan B36 og Suðringar spæla klokkan 19.15. Hetta er tey í B36 ikki fegin um, men FSF evsta vald.