Fótbóltssambandið hevur nú givið kappingarskipanina fyri 2006 út. Í skipanini eru yvirlit yvir allar kappingarnar hjá FSF - frá teimum vaksnu til tey yngstu - og harafturat eru viðkomandi upplýsingar um feløgini, FSF, kappingarreglur og mangt annað. Skipanin er eitt hent amboð hjá teimum, sum á onkran hátt varða av fótbólti ella fylgja við í onkrum av kappingunum.










