TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við formannin í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, Róin Schrøter, sum kundi avdúka, at sjónvarpsupptøkur fara at verða partur av fótbóltinum framyvir, tá tað kemur til viðgerðir av serligum hendingum í samband við kærur o.a.
Róin Schrøter staðfestir, at tað er vanligt í øðrum londum, at sjónvarpsupptøkur ofta verða brúktar í sambandi við, at kærur verða sendir inn um serligar støður í fótbóltsdystum.
- Vit koma at brúka sjónvarpsupptøkurnar til tær støðurnar, sum dómarin ikki sær, greiðir Róin Schrøter frá. Ætlandi verður ein serlig nevnd við trimum fyrrverandi fótbóltsdómarum mannað, sum skal taka sær av slíkum kærum.