FSF: Seinasta umfar verður klokkan 14

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at allir dystirnir í 27. og seinasta umfari í Betri Deildini hjá monnum skulu byrja klokkan 14

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at allir dystirnir í 27. og seinasta umfari í Betri Deildini hjá monnum skulu byrja klokkan 14:00. Leygardagin 7. november er ársins seinasta umfar í fremstu deildini hjá monnum á skránni, og tað er nógv, ið bendir á, at FM-vinnarin verður funnin í Klaksvík.

Vanliga verða allir dystirnir í síðstu umførunum spældir samstundis, og hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at allir dystirnir í 27. umfari skulu setast í gongd klokkan 14:00.

Kappingarnevndin hevur eisini tikið avgerð um, at dystirnir í næst seinasta umfari, sum verður sunnudagin 1. november, millum EB/Streym og Skála, og ÍF og AB, skulu byrja klokkan 14:00, meðan hinir tríggir dystirnir næst síðsta umfari floytast í gongd klokkan 15:00.

Betri deildin menn 26. umfar:

Sunnudagin 1. november:

EB/Streymur – Skála (kl. 14:00)

ÍF – AB (kl. 14:00)

NSÍ – KÍ (kl. 15:00)

Víkingur – B36 (kl. 15:00)

HB – TB (kl. 15:00

Betri deildin menn 27. umfar:

Leygardagin 7. november:

B36 – NSÍ (kl. 14:00)

KÍ – HB (kl. 14:00)

TB – Skála (kl. 14:00)

AB – EB/Streymur (kl. 14:00)

Víkingur – ÍF (kl. 14:00)

1HB24211274205464
2NSÍ24182451213056
323174265214455
4B3624172569313853
5Víkingur24142849371244
6ÍF2465133153-2223
7EB/S2572162560-3523
8TB2536161736-1915
9AB2407171669-537
10SKÁLA2513211968-496