FSF ruddar í reglunum

Aðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum samtykti nýggjar kappingarreglur fyri fótbólt

 

Seinastu árini hava ivamál stungið seg upp innan fótbóltin, og kærurnar til Dómsnevndina hjá FSF eru vorðnar fleiri.

Tí fór Fótbóltssambandið fyri hálvum árum síðani undir at endurskoða allar kappingarreglarnar fyri fótbóltsspælið í Føroyum.

Nýggju kappingarreglurnar vórðu lagdar fyri aðalfundin hjá FSF leygardagin, og hesar vórðu samtyktar uttan stórvegis kjak.


Fleiri kærur

Kappingarreglarnar, sum hava verið galdandi, vóru seinast endurskoðaðar í 1987, tá reglarnar í síni heild vórðu gjørdar av nýggjum.

Frammanundan var vanligt, at broytingar vórðu gjørdar í reglunum á hvørjum aðalfundi, og ofta vóru broytingaruppskotini illa umhugsað.

Síðani nýggju reglarnar í 1987 eru fleiri stórar broytingar gjørdar, men hesar hava ikki broytt sjálvan bygnaðin í reglunum.

? Seinastu árini hava nakrir ivaspurningar tikið seg upp, og talið av kærum til Dómsnevndina hevur verið vaksandi. Nevndin í Fótbóltssambandinum hevur tikið hetta sum tekin um, at tíðin nú er búgvin til at fremja nýggja gjøgnumgongd av kappingarreglunum, verður sagt í viðmerkingunum til nýggju kappingarreglarnar.


Í tráð við altjóða lógir

Nevndin í Fótbóltssambandinum hevur síðani september mánaði í fjør arbeitt við nýggju reglunum, og hetta arbeiðið hevur verið gjørt í samstarv við lógarnevndina í FSF.

Fótbóltssambandið hevur í størst møguligan mun roynt at fylgt altjóða leikreglum, og vanligt er eisini, at FSF brúkar altjóða reglur, um føroysku reglarnar ikki røkka til í onkrum máli.

Feløgini tóku undir við nýggju kappingarreglunum, og tær fáa sostatt gildi frá kappingarárinum 2001.