FSF: Ongir áskoðarar fram til 22. august

Tað boðar Fótbóltssambandið frá júst nú

Fótbóltssambandið hevur boðað øllum fótbóltsfeløgunum frá, at tað verður spælt uttan áskoðarar fram til 22. august. Tað er fult umfar í landskappingini hjá monnum í annaðkvøld. Talan er um 17. umfar, men liðini hava spælt 14 og 15 dystir. Hetta er orsaka av broytingunum, sum blivu gjørdar í skránni vegna koronasteðgin.

Í tíðindaskrivi skrivar Fótbóltssambandið:

Starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at frá mikudegnum 5. august til og við leygardagin 22. august, verða allir dystir í vaksnamannadeildunum spældir uttan áskoðarar.

Eftir at fleiri tilburðir av korona eru staðfestir í Føroyum seinastu dagarnar, hevur starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um, at frá mikudegnum 5. august til og við leygardagin 22. august, verða allir dystir í vaksnamannadeildunum spældir uttan áskoðarar.

Somuleiðis verður heitt á feløgini um at hyggja eftir koronavegleiðingini í samband við venjing og dystir.