FSF leitar eftir kvinnuligum dómarum

Fótbóltssambandið leitar eftir kvinnuligum dómarum at byrja skjótast tilber

Hóast kvinnufótbóltur er uppraðfestur seinnu árini, so gongur illa at fáa dómarar. So illa, at Fótbóltssambandið nú hevur sent út lýsing eftir kvinnuligum dómarum at byrja skjótast tilber.

 

Í lýsingini verður millum annað boðað frá, at lønin liggur um góðar 30.000 skattafríðar krónur árliga, og at dómaraleiðarin í Fótbóltssambandi Føroya syrgir fyri, at tú fært grundskeið í fótbóltslógini, sum gevur tær FSF grunddómaraskeiðið.

 

Sagt verður eisini, at starvið mennir teg sum leiðara, gevur tær dirvi at tora at taka leiðslu og skjótar avgerðir. Starvið sum dómari er fyri tað mesta leygardag, sunnudag seinnapart og okkurt kvøld mitt í viku. Tað er ein fyrimunur at tú ert í góðum formi. Um ikki, so hjálpir FSF tær fegin at koma í gongd.