FSF: Kendir menn lokið venjaraskeið

Í vikuni vórðu 12 luttakarar lidnir við B4-venjaraskeiðið hjá FSF

B4-venjaraskeiðið hjá Fótbóltssambandi Føroya er 40 tímar og er seinasti partur av B-venjaraútbúgvingini, sum tilsamans er 160 tímarnar. Hesir kunnu nú fara til B-próvtøku í august, og harvið royna at fáa UEFA B-lisens.

 

Les eisini: Fyrsta kvinnan fingið A-venjaraprógv

 

B4-skeiðið, sum endaði í hesi vikuni, byrjaði 14. mars, og hevur skift millum ástøði og praktiska venjing. Hvør luttakari hevur havt egnan vegleiðara, ið tríggjar ferðir hevur vitjað viðkomandi luttakara úti í felagnum til venjing við egnum liði.

 

Vegleiðarar á B4-skeiðnum hava verið Áki Johansen, Bjørn Krog, Pauli Poulsen, Hans Mourits Foldbo og Petur Simonsen.

 

Flestu av teimum, ið nú hava tikið B4, eru somu luttakarar, sum tók R-skeiðið í fjør heyst.

 

Myndatekstur: Aftara rað f.v.: Geza Turi, Andras Gango, Jákup Mikkelsen, Lukasz Cieslewicz, Helgi L. Petersen og Fróði Benjaminsen. Fremra rað f.v.: Sonni L. Petersen, Leivur Simonsen, Jákup á Borg og Símun Samuelsen. Palli Augustinussen og Símun Joensen vænta á myndini - Mynd: Petur Simonsen