FSF kannar norskar leikvallir

Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandinum er í hesi vikuni í Noregi og hyggur at leikvallum í grannalandi okkara. Hugt verður eftir norskum fótbóltsvallum fyri at kanna fortreytirnar fyri einum tjóðarleikvølli í Føroyum.

Í sambandi við at FSF er í fer við at orða tørvin fyri einum tjóðarleikvølli hevur FSF fingið góða hjálp frá norska fótbóltssambandinum, sum hevur víst umboðum frá FSF fýra ymsar leikvallir á nøkulunda somu stødd, sum vit ynskja, greiðir Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, frá.

Starvsnevndin var sunnudagin (10. august) í Ålesund og hugdi at leikvøllinum har, sum eitur Colorline Stadion.

Í dag (11. august) gekk leiðin til Sogndal at hyggja at leikvøllinum har, ið eitur Fosshaugene Campus. Síðan gongur leiðin til Oslo at hyggja at Telenor Arena, vøllinum hjá Stabæk, sum er í ger og verður tikin í nýtslu næsta ár.

At enda verður farið at hyggja at Komplett.no Arena í Sandefjord, skrivar FSF á heimasíðu síni.