FSF: Hetta eru ikki nýggir pengar – einki til feløgini

FM1: Forsetin sigur at pengarnir frá UEFA eru játtaðir til Tórsvøll, og tí verður einki til feløgini á hesum sinni

##med2##

Í gjár boðaði evropesiska fótbóltssamgongan, UEFA, frá at øll 55 limalondini fingu útgoldið 32 milliónir krónur í part frá HatTrick-grunninum. Fleiri miðlar hava skrivað, at talan er um ein koronahjálparpakka, sum fótbóltssambondini frítt kunnu brúka. So er ikki.

- Hetta er pengar, sum vit hava roknað við, so hetta eru ikki nýggir pengar, tíverri. Tað, sum UEFA hevur gjørt her, er at frígeva likvitet og hevur slept bindinginum, sum vanliga fylgja við. Men orsaka av at vit longu hava játtað pengarnar til Tórsvøll, so kunnu vit ikki deila pengarnar út til nakað annað, sigur Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum.

Hann sigur í tíðindunum á FM1 á døgurða í dag, at flestu av pengunum er játtaðir til eitt nú Tórsvøll og raksur av eitt nú dómara og venjaravirksemi, sum verður fíggjað gjøgnum UEFA.

- Vit fáa pengar frá UEFA deils til rakstur. Tað eru nakrar treytir, sum fylgja við. Eitt nú at vit eru partur av dómara- og venjarafelagsskapinum, so vit fáa pengar til at rinda fyri tey endamálini. So fáa vit pengar til íløgur. Tað er áleið átta milliónir krónur um árið. Teir pengarnar hava vit játtað til Tórsvøll. Tað vil siga, at tað er ikki nakað nýtt í hesum her. Tað eru ongir eyka pengar í hesum, men vit fáa teir bara útgoldnar fyrr. Í hesum sambandi hevur tíðindaflutningurin verið eitt sindur misvísandi haldi eg, sigur Christian F. Andreasen við FM1.

Fyrimunir at fáa útgjaldið

Hóast talan er um pengar, sum eru játtaðir til íløgur og raksur, er tað ein fyrimunur fyri Fótbóltssambandið, at pengarnar koma nú. Hóast pengarnar koma uttan 

- Ja, tað er ein fyrimunur. Tað ger okkara samlaðu mynd betri og vit kenna okkara støðu. Tað at vit kunnu brúka pengarnar sum vit vilja, gevur okkum eisini eina ávísa fríheit. Tí vit vóru eisini eitt sindur í íva um, hvussu tað fór at blíva við HatTrick-pengunum, og um UEFA var so hart rakt at tað fór at ávirka HatTrick-pengarnar. Tað ger tað tíbetur ikki í hesum umfarinum. Hetta eru góð tíðindi, men tað eru tíverri ongir nýggir pengar, sigur Christian F. Andreasen.

Fyribils er ætlanin at føroyskur fótbóltur byrjar aftur 9. mai.

FM1: Samrøða við Christian F. Andreasen