Hósdagin 8. oktober klokkan 17:45 spæla Føroyar og Spania U21 EM-undankappingardyst á Tórsvølli, og vegna korona eru nakrar treytir, ið øll á stadion skulu fylgja.
Áskoðarar brúka inngongd C og D, og tað er av stórum týdningi, at øll halda seg til sítt pláss allan dystin. Harfaturat er krav, at øll bera masku/munnbind alla tíðina, meðan tey eru á stadion, og skulu áskoðarar sjálvir útvega sær masku/munnbind.
Víst verður til parkeringsmøguleikarnar við ÍSF-húsið, ítróttarhøllina á Hálsi og við suðurendan á Tórsvølli. Heitt verður samstundis á øll um at halda frastøðu, minst ein metur, og um at halda gott reinføri.
FM1 og In.fo hava frásøgn frá dystinum.











