Ítróttarklumman
Tað var tann 26. juli, at FSF-forseting og formaðurin í Kappingarnevndini kallaðu KÍ og NSÍ til seming í málinum um spæliloyvið hjá Hjalgrími Elttør.
Nú er avtalan, sum tá varð gjørd, komin fram í ljósmála, og tað er ikki dámligur lestur, kann heilsast og sigast.
Fyrst og fremst man hetta vera fyrsta ferðin, at eitt fótbóltssamb hevur bundið seg til at betala fyri flytingina av einum spælara. Tí í veruleikanum er tað júst tað, sum er farið fram. Um væl vil til, so fær FSF peningin aftur frá KÍ, men tað man tó vera langt ífrá alt, sum bendir á, at KÍ eigur at betala nakað sum helst – tó at felagið hevur bundið seg til at betala 40.000 krónur. Talan var um sáttmálabundnan spælara, sum ikki fekk sína løn, og sum tí hevði allan rætt at siga sín sáttmála upp.
At KÍ síðani hevur roynt at lopið undan avtaluni, hevur minni at siga í so máta. Bæði móðurfelagið og smápartafelagið hava vegna KÍ skrivað undir avtaluni, og so er lítil nytta í at standa aftaná og siga, at hetta ikki var tað, sum avtalað varð. Tá hevði tað verið munandi skilabetri at sagt nei til at skriva undir.
Verður niðurstøðan, at spælarin hevði rætt at slíta sáttmálan og tí var fríur fuglur á marknaðinum, er væl púra náttúrligt hjá KÍ og hinum feløgunum landinum at krevja sín egna gávukekk á kr. 20.000 frá FSF. Tí skal nakað høpi vera í, má tað væl vera líka fyri øll – og ikki meiri líka fyri nøkur.
Samstundis er veruleikin eisini, at slapp málið at vera umsitingarligt – sum tað alt annað líka skuldi verið – so var málið longu avgreitt, at spæliloyvið varð sent KÍ av fyrstan tíð. Tað hevði gjørt NSÍ 60.000 krónur fátækari, men tað hevði samstundis verið ein lærupeningi um, at gjørdir sáttmálar eiga at virðast.










